Til undirvísaran
Í mappuni finnur tú tilfar til undirvísing, sum kann brúkast til framløgur, bólkaarbeiði, spæl og spurnarkapping. Okkara vón er, at tilfarið kann vera við til at fáa góðar og sunnar samrøður í lag um samtykki, persónlig mørk og góðan kropsligan og sálarligan trivnað millum ung.
Tað kann vera torført at undirvísa í so viðkvomum evnum sum hesum. Tí hevur tað stóran týdning at fara varliga fram, tá ið arbeitt verður við tilfarinum.
Góðan arbeiðshug.
Í mappuni finnur tú tilfar til undirvísing, sum kann brúkast til framløgur, bólkaarbeiði, spæl og spurnarkapping.
Spurnarkapping til at fáa góðar og sunnar samrøður í lag um samtykki, persónlig mørk og góðan kropsligan og sálarligan trivnað millum ung
Skil revsilógina
Hvat er revsivert, og hvør revsingin kann vera fyri ymisk sløg av ágangi.
Fá innlit í revsilógina og les um ymisku lógarbrotini.

Góð ráð
Minst til, at tað kunnu vera næmingar í flokkinum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi og/ella neyðtøku. Tí er tað eitt gott hugskot at vísa til heilsustarvsfólk, sálarfrøðing ella onnur, sum næmingar kunnu seta seg í samband við á skúlanum.
Hugsa um næmingarnar. Kanska er evnið ov viðkvæmt fyri summar av næmingunum? Kundi onkur næmingur fingið gleði av at fingið aðrar uppgávur?
Umhugsa bólkaarbeiði og hvussu bólkarnir kunnu setast saman. Kanska øll ikki egna seg so væl at arbeiða saman um hetta evnið?
Málburður og innihald
Ansa eftir málburðinum í flokkinum. Tað hevur stóran týdning ikki at umrøða dreingir sum brotsmenn og gentur sum offur, tá ið tit tosa um evnini. Hav í huga, at kynsligur ágangur eisini kann fara fram millum persónar av sama kyni.
Tað er umráðandi ikki at stigbenda kynsligan ágang og neyðtøkur sum meira ella minni álvarssamar, alt eftir hvør tað er, sum verður útsettur fyri kynsligum ágangi, ella undir hvørjum umstøðum, neyðtøkan ella ágangurin fer fram. Tak støði í, at neyðtøka er ágangur, óansæð hvør fremur hana ella hvør verður neyðtikin.
Í undirvísingini hevur tað somuleiðis týdning at undirstrika, at klædnastílur ella kropslig tekn ongantíð rættvísgera eina neyðtøku. Eru næmingar, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, mugu tey ongantíð sita eftir við kensluni av, at tey sjálvi hava skyldina av tí.
Hav heldur fokus á rættin til egnan kropp. Børn og ung fáa ofta at vita, at tey skulu ansa sær og at ansa eftir, hvussu tey bera seg at.
Hetta kann føra til, at tey kenna ábyrgd av tí, sum hendir teimum, og at tey sjálvi eru orsøk til ágangin, sum onnur fremja móti teimum.
Royn at stýra samrøðuni í flokkinum, soleiðis at samrøðan ikki fer at snúgva seg um, at offurið sjálvt er orsøk til kynsliga ágangin.
