skil
revsilógina

Lóggáva viðvíkjandi ágangi
SSP og Føroya Politi hava gjørt eina einfalda uppseting av viðkomandi greinum í revsilógini.
Øll niðanfyri nevndu brot eru revsiverd og kunnu hava bót ella fongsulsrevsing við sær. Harumframt kann talan verða um endurgjaldskrav.
Fyri neyðtøku verður tann revsaður við fongsli í upp til 8 ár, sum hevur samlegu við persón, ið ikki samtykkir í tí. Samtykkið skal vera komið til sjóndar við orðum ella gerðum ella síggjast í tí ítøkiligu støðuni og høpinum.
Stk. 2. Fyri neyðtøku verður tann, sum hevur samlegu við barn undir 12 ár, revsaður við fongsli í upp til 12 ár.
Stk. 3. Revsingin eftir stk. 1 kann vaksa upp í 12 ár, um neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil, ella umstøðurnar aðramáta eru serliga skerpandi.
Tann, sum boðar almennum myndugleika frá revsiverdari gerð, sum ikki er framd, eins og tann, sum til slíkan myndugleika letur inn falskt klagumál, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir.
innihaldi, § 236
Tað er revsivert at deila myndir ella filmsbrot av øðrum ungum undir 18 ár. Tað er líkamikið, um tað verður deilt á Messenger, Snap ella øðrum talgildum pallum. Tað er eisini líkamikið, um ein kennir ella ikki kennir persónarnar, sum ein deilir myndirnar við, og tað er eisini líkamikið, um ein hevur fingið myndirnar ella filmsbrotini frá øðrum ella funnið tað á netinum.
Revsingin er bót ella fongsul í upp til 2 ár og undir serliga skerpandi umstøðum við fongsli í upp til 6 ár.
Tað er revsivert at upptaka pornografiskt tilfar, so sum filmar, myndir ella líknandi av persónum undir 18 ár, tá ið tað er tilætlað at selja ella aðramáta breiða út.
Revsingin er bót ella fongsul í upp til 6 ár.
Tað er revsivert at senda intimar ella seksuellar myndir ella filmar (t.d. dickpics ella pornofilm) til onnur uttan, at tey hava biðið um tað. Tað er líkamikið, um ein sjálvur hevur tikið myndina ella funnið hana á netinum.
Revsingin er bót ella fongsul í upp til 4 ár.
Tað er revsivert at deila boð, myndir, filmar ella upplýsingar um privatlívið hjá øðrum. Tískil er ikki loyvt at deila t.d. intimar filmar ella myndir av øðrum persónum ella deila filmar ella myndir, har persónar verða útsettir fyri slagi, sparki ella spýtti. Tað er heldur ikki loyvt at senda boð, har ein uttan samtykki fortelur um privat viðurskifti hjá øðrum persóni, t.d. úr læknajournal ella støðumet í skúla.
Revsingin er bót ella fongsul í upp til 6 mánaðir.
Tað krevst samtykki, um ein vil avmynda persónar, sum eru á einum staði, har ikki er frítt at koma, t.d. í skúlastovu ella í veitslu. Tað er líkamikið, um ein sjálvur heldur, at tað er í lagi, tí tað krevst samtykki frá teimum avmyndaðu. Hevur ein ikki fingið samtykki, kann ein revsast.
Revsingin er bót ella fonsgul í upp til 6 mánaðir.
Tað er revsivert at noyða onnur at fremja kynsligar gerðir á seg sjálvan, t.d. við at gerningspersónurin hóttir við at deila nakinmyndir av órættaða, um tey ikki fleyga sær frammanfyri gerningspersóninum.
Tað er revsivert, um gerningspersónurin t.d. við snildum uppbyggir álit, manipulerar, lýgur, forførir, hóttir ella líknandi, og harvið roynir at lokka børn ella ung til t.d. at møtast við tí fyri eyga at útseta barnið ella tann unga fyri fysiskum ella talgildum, kynsligum ágangi.
Revsingin er bót ella fongsul í upp til 2 ár.
Tað er revsivert at breiða út álvarsamar skuldsetingar og umdømi um onnur. Jú fleiri gerningspersónurin breiðir út til, tess grovari gerst brotið.
Revsingin er bót ella fongsul í upp til 2 ár.
Tað er revsivert um gerningspersónur hóttir við t.d. at drepa ella neyðtaka. Tað er líkamikið, um tað verður sagt persónliga ella skriva í einum boðum. Tað er eisini revsivert at hótta við drápi gjøgnum eitt uppslag á t.d. Facebook, Snapchat ella Instagram. Tað er eisini líkamikið, um gerningspersónurin ætlar at fremja brotsgerðina ella ei.
Revsingin er bót ella fongsul í upp til 2 ár.
Tað er revsivert at lata upp og lesa innihald av telefonum, teldum, brøvum ella at hyggja at myndum hjá øðrum.
Revsingin er bót ella fongsul í upp til 6 mánaðir.
