skil
mørk
skil
samtykki

Tosa vit opið um sex og samtykki? Duga vit at seta egin mørk? Virða vit mørkini hjá øðrum? Sex krevur samtykki hevur bara eittans endamál – at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Skil Samtykki

Samtykki er virðing. Samtykki er mørk. Samtykki er at vísa fyrilit. Tá ið vit samtykkja eitthvørt, so  geva vit eitt loyvi. Til dømis skal mann hava samtykki til sex og samtykki at taka myndir og at deila myndir av øðrum. Tá ið vit á ymsan hátt eru intim við øðrum, skulu vit minnast til samtykki.

Í 2022 vóru broytingar framdar í revsilógini, sum hava við sær, at sex uttan samtykki er revsivert. Manglandi samtykki til sex er sostatt neyðtøka og kann verða revsað hareftir.

Neyðtøka er í sjálvum sær harðskapur. Við harðskapi er aloftast talan um eitt mynstur av valdsatburði heldur enn einstakar hendingar. Tað merkir, at harðskapur í parlagi og nærsambondum kann vera ein samanseting av ymiskum atburði, sum ikki altíð er týðiligur harðskapur ella beinleiðis lógarbrot.

Niðanfyri ber til at lesa nærri um samtykki, lokking, kynsliga avnoyðslu, tráfylging og harðskap í nærsambondum.

Samtykki

Samtykki er at geva loyvi til eitthvørt. Tá ið tú gevur samtykki til sex, vísir tú aktivt, at tú hevur hug til eitthvørt. Líka umráðandi er tað, at tú tryggjar tær, at tann, tú ert saman við, eisini hevur hug til tað. Tað ber til at geva samtykki upp á fleiri mátar. Tað kann sigast við orðum og vísast við kroppinum.

Samtykki kann vera:

Kropsmál‍

Halt eyga við, hvat hin parturin sigur við kroppinum. Vendir hann/hon sær vekk? Frystir hann/hon, ella sær hann/hon ótrygg/-ur út?

Andlitsbrá

Hvat sigur hon/hann við andlitsbráðnum? Er hon/hann bangin? Grætur viðkomandi?

Orð

“Ja”, “Hetta er deiligt” ella “Blív við” eru týðilig tekin um samtykki.
“Ok, kanska” og “Eg veit ikki ordiliga” eru IKKI ja til samtykki.

Um tú ivast: spyr.
Sálarligur harðskapur

Sálarligur harðskapur er, tá ið ein sjálv/-ur ella børnini eru hótt við harðskapi, rópt eftir, stýrd og undir eftirliti, avbyrgd frá øðrum menniskjum og áhaldandi niðrað, villeidd, funnist at og skúgvað til viks. Sálarligur harðskapur kann vera torførur hjá tí harðskapsrakta at prógva, tí hann hevur eingi sjónlig spor við sær. Hóast hetta er sálarligur harðskapur sera skaðiligur og niðurbrótandi.

Sálarligur harðskapur er altíð til staðar, har onnur sløg av harðskapi eru. Tað vil siga, at tað ber ikki til at fremja t.d. likamligan harðskap ella kynsligan harðskap uttan samstundis at fremja sálarligan harðskap.

Likamligur harðskapur

Likamligurharðskapur er at verða sligin, bukað/-ur, skumpað/-ur, kastað/-ur, hildin, pínd/-ur, sparkað/-ur, ella har vápn ella onnur amboð verða brúkt. Tað er eisini likamligur harðskapur at verða sýtt/-ur atgongd til ves, ikki at fáa at eta og drekka ella ikki at sleppa at sova.

Kynsligur harðskapur

Er at verða tvungin at hava kynsligt samband ella at vera við í kynsligum gerðum. Tað kann vera, at ein verður noydd/-ur til samlegu ella aðrar kynsligar gerðir, ið ein ikki ynskir at luttaka í.

Materiellur harðskapur

Materiellurharðskapur er at uppliva, at ognarlutir verða oyðilagdir, t.d. heim, innbúgv, klæðir ella bilur. Materiellur harðskapur kann eisini vísa seg við, at tann, iðfremur harðskapin, tveitir tann harðskapsrakta á dyr uttan at lata viðkomandi fáa nakað við sær, og harvið gera tað torført hjá tí harðskapsrakta at seta búgv av nýggjum.

Fíggjarligur harðskapur

Fíggjarligurharðskapur er at verða forðað/-ur í at umsita sín egna pening og harvið vera fíggjarliga avmarkað/-ur, eitt nú ikki at hava pening til mat og aðrar gerandisvørur. Ofta kann talan vera um, at annar parturin í einum parlagi krevur, at hin parturin gevur viðkomandi allar sínar pengar. Tað er eisini fíggjarligur harðskapur at verða trýst/-ur til at taka eitt lán í bankanum.

Tráfylging (stalking)

Tráfylging er ein serlig grein av sálarligum harðskapi, har tú ferð eftir ferð verður útsett/-ur fyri óynsktum og endurtiknum eftirliti, forfylging og plágan, sum kann halda á í vikur ella upp til fleiri ár.

Talgildur harðskapur

Talgildur harðskapur er, har talgilding er amboðið til at fremja harðskapin. Talan kann t.d. vera um, at myndir ella filmsbrot, send í trúnaði, verða deild á netinum uttan samtykki frá persóninum, sum er á myndunum. Talan kann eisini vera um, at persónligar upplýsingar verða deildar alment, ella skemmandi atferð á til dømis sosialum miðlum ella á telefonini. Talan er eisini um talgildan harðskap, tá ið ein persónur hevur eftirlit við telduposti, vangum á sosialum miðlum og/ella telefonini hjá einum persóni ella t.d. setur útgerð á bilin fyri at fylgja slóðini hjá persóninum.

Lokking (grooming)

Lokking er, tá ein vaksin roynir at gerast vinur við eitt barn ella ungan persón fyri seinni at gera seg inn á tey – ofta við at fáa tey til at gera eitthvørt kynsligt.
Tað kann vera ringt at vita, um ein verður lokkað/-ur. Og tað kann kennast ræðuligt at finna útav, at ein er vorðin lokkað/-ur. Verður tú lokkað/-ur, hevur tað stóran týdning, at tú boðar frá og tosar um tað við onkran vaksnan, tú hevur álit á.

Kynslig avnoyðsla (sextortion)

Kynslig avnoyðsla er, tá ið ein persónur brúkar nakinmyndir ella annað kynsligt tilfar til at noyða ein annan til at fremja kynsligar gerðir á seg sjálva/-n. Ofrið kann verða trýst til at gjalda pening ella senda fleiri intimar myndir til avnoyðaran fyri at sleppa undan, at myndirnar verða almannakunngjørdar ella sendar familjuni hjá ofrinum.

Skil revsilógina

Revsilógin og tær ymisku lógargreinarnar kunnu vera torførar at skilja. Tí hava vit savnað nakrar viðkomandi lógargreinar og greitt frá teimum á ein einfaldan og lættskiljandi hátt, so tú betur kanst skilja, hvat lógin sigur.