Skil Samtykki

Tað ljóðar gott og rætt, og flest ung kenna orðið. Men hvussu tryggi eg mær, at eg havi samtykki til sex? Og hvussu kann geva samtykki á rættan hátt? Og kann eg taka tað aftur, um eg angri, at eg segði ja? Hetta eru afturvendandi spurningar, sum vit ofta hoyra.

Skil samtykki

Endamálið við átakinum er at seta tankar í gongd um týdningin av samtykki, og at hjálpa ungum til at tosa um egin mørk og at mann hevur hug til sex. At tora at siga – og ikki minst at spyrja – hvar markið gongur, og at siga frá, um ein ikki hevur hug meira. Tí samtykki er meira enn eitt ja ella eitt nei.

Sex krevur samtykki

Tosa vit opið um sex og samtykki? Duga vit at seta egin mørk? Virða vit mørkini hjá øðrum? Sex krevur samtykki hevur bara eittans endamál – at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Hvussu fært tú samtykki?

Um tú leggur upp til sex, er tað tín ábyrgd at fáa samtykki fyrst.

Tú kanst staðfesta, um tey hava samtykt við at kanna teirra kropsmál ella við at spyrja teg fyri.

Kanna eftir, um hin persónurin er í standi til at kunna samtykkja.

Hygg at kropsmáli, andlitsbráum fyri at vita, um tey eru við upp á tað.ue.

Hava tey tikið rúsevni ella fingið ov nógv niðurum ella sova, eru tey ikki før fyri at samtykkja.

Spyr tey, um tey eru okay.

Summi fólk eru sinnisveik ella hava skaða í høvdinum og eru tí ikki før fyri at samtykkja. 

Um tey tykjast ótrygg, so steðga.

Spyr teg fyri, hvørja ferð tú ætlar at hava sex.

Um tey ikki siga "nei", merkir tað ikki, at tey siga "ja".

Spyr teg fyri í løtuni, áðrenn tú tekur tað "eitt stig víðari".

Eitt greitt "ja" merkir hinvegin, at tey samtykkja.

Samstarvið Samtykki hevur til endamáls at fyribyrgja neyðtøku og kynsligan ágang – og styrkja fatanina av, hvat samtykki er. Samtykki er eitt samstarv millum Amnesty International, Fólkaheilsuráðið, Almannamálaráðið og Føroya politi.