Skil Samtykki

Tað ljóðar gott og rætt, og flest ung kenna orðið. Men hvussu tryggi eg mær, at eg havi samtykki til sex? Og hvussu kann geva samtykki á rættan hátt? Og kann eg taka tað aftur, um eg angri, at eg segði ja? Hetta eru afturvendandi spurningar, sum vit ofta hoyra.

Skil samtykki

Endamálið við átakinum er at seta tankar í gongd um týdningin av samtykki, og at hjálpa ungum til at tosa um egin mørk og at mann hevur hug til sex. At tora at siga – og ikki minst at spyrja – hvar markið gongur, og at siga frá, um ein ikki hevur hug meira. Tí samtykki er meira enn eitt ja ella eitt nei.

Samtykki er...

...tá ið tit eru samd um, hvat skal henda

Tú skalt hugsa um samtykki, tá tú skalt hava sex. Tú kanst ikki fáa samtykki bara við at fara heim við hinum partinum, tí tit hava mussast ella hava skriva saman um sex.

Samtykki er...

...eitt tekin um, at tit bæði hava hug til sex

Tú kanst ongantíð ganga út frá, at onkur hevur hug til sex, bara tí tey ikki siga nei. Legg í staðin til merkis, um tit nerta við hvønn annan og at tit bæði taka stig til at lata hvørjum øðrum úr.

Samtykki er...

...at leggja merki til hvønn annan

Tað hevur stóran týdning at leggja merki til teknini hjá hvørjum øðrum. Um hin flytur seg burtur frá tær, skumpar hendur tínar til viks ella sigur, at einki skal henda, er tað eitt tekin um manglandi samtykki.

Samtykki er...

...at spyrja leypandi

Tú skalt hugsa um samtykki, hvørja ferð tit hava sex. Tú skalt eisini tryggja tær, at hin parturin er við uppá alt, um tit royna ymiskar støður ella (sløg av) sex. (Kann mann siga ‘sløg av sex’?

Samtykki er...

...eitt ja, sum tú altíð kanst taka aftur

Tað er altíð í lagi at broyta meining á vegnum - eisini hóast tit bæði hava havt hug til sex, og tað er altíð í lagi at taka sítt samtykki aftur.

Samtykki er...

...eitt krav til, at báðir partar eru við vit

Tú skalt tryggja tær, at báðir partar hava verið førir fyri at vísa, at tit hava hug til sex. Ein persónur, sum svevur ella er uttan vit, hevur ikki havt møguleika fyri hesum og er tí ikki førur fyri at geva sítt samtykki.

Sex krevur samtykki

Tosa vit opið um sex og samtykki? Duga vit at seta egin mørk? Virða vit mørkini hjá øðrum? Sex krevur samtykki hevur bara eittans endamál – at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Hvussu fært tú samtykki?

Um tú leggur upp til sex, er tað tín ábyrgd at fáa samtykki fyrst.

Tú kanst staðfesta, um tey hava samtykt við at kanna teirra kropsmál ella við at spyrja teg fyri.

Kanna eftir, um hin persónurin er í standi til at kunna samtykkja.

Hygg at kropsmáli og andlitsbráum fyri at vita, um tey eru við upp á tað.

Hava tey drukkið rúsdrekka, tikið rúsevni ella sova, eru tey ikki før fyri at samtykkja.

Spyr tey, um tey eru o.k.

Fólk, sum eru sinnisveik ella hava skaða í høvdinum, eru ikki før fyri at samtykkja.

Steðga, um tey tykjast ótrygg.

Spyr teg fyri, hvørja ferð tú ætlar at hava sex.

Um tey ikki siga "nei", merkir tað ikki, at tey siga "ja".

Spyr teg fyri í løtuni, áðrenn tú tekur tað "eitt stig víðari".

Eitt greitt "ja" merkir hinvegin, at tey samtykkja.

Samstarvið Samtykki hevur til endamáls at fyribyrgja neyðtøku og kynsligan ágang – og styrkja fatanina av, hvat samtykki er. Samtykki er eitt samstarv millum Amnesty International, Almanna- og bústaðamálaráðið, Javnstøðunevndina, og Sig frá.